Bakkafrost søkir eftir alimennara

Bakkafrost


Vilt tú hava ein lyklaleiklut í at menna alingina hjá Bakkafrost?

Bakkafrost leitar eftir einum fakliga sterkum og framsøknum alimennara til eitt nýtt og spennandi starv í felagnum. Starvið er staðsett á Glyvrum, men tú kemur regluliga at arbeiða á aliøkjum kring landið.

Um starvið

Sum alimennari verður tú bindilið millum rakstur og menning í aling á sjónum. Tú fert at veita fakliga ráðgeving, leiða og luttaka í menningarverkætlanum og tryggja, at framleiðslan er bæði burðardygg og effektiv. Tú kemur at arbeiða tætt saman við alistjóranum fyri aling á sjónum, rakstrarleiðarum og øðrum deildum í Bakkafrost.

Tú hevur ábyrgd fyri at menna og ráðgeva innan aling á sjónum, herundir at leiða verkætlanir og tryggja, at nýggir alihættir og nýggj alitøkni verða gagnnýtt. Tú fert at arbeiða við dátugreining, optimera lyklatøl (KPI) og leggja úrslit fram fyri leiðsluni. Eisini skalt tú tryggja, at skjalprógving, skrásetingar og eftirlit lúka krøv bæði frá myndugleikum og innanhýsis leiðreglum. Harumframt fært tú ábyrgd av dokumentatión av viðlíkahaldi av aliútgerð og rakstrarskipanum.

Týðandi uppgávur fevna um:

· Fakliga ráðgeving og samskipan av verkætlanum innan aliøkini
· Dátugreining og uppfylging av týdningarmiklum lyklatølum innan framleiðslu, fóðurgagnnýtslu, vøkstri og felli
· Trygging av skjalfesting og eftirliti sambært innanhýsis og uttanhýsis krøvum
· Skjalfesting av viðlíkahaldi av aliútgerð og dagføring av rakstrarætlanum
· Leiðsla og luttøka í verkætlanum og fyrisiting í samstarvi við alistjóran á sjónum

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú hevur eina hægri útbúgving innan lívfrøði, aling, fiskivinnufrøði ella líknandi. Tú hevur royndir við at arbeiða við dátum, greiningum og KT-amboðum. Tað er týdningarmikið, at tú dugir væl at orða teg á føroyskum, skandinaviskum máli og enskum – bæði í skrift og talu.

Sum persónur ert tú greinandi, ábyrgdarfull/ur og sjálvstøðug/ur í arbeiði. Tú trívist í tøttum samstarvi við onnur, men eisini við at taka sjálvstøðuga ábyrgd og seta í verk átøk. Við tínum forvitni og nýhugsan ert tú før/ur fyri at síggja møguleikar at menna rakstur og mannagongdir innan aling.

Vit bjóða tær

Í starvinum fært tú møguleika at seta tínar fakligu førleikar í spæl í einari framkomnari og altjóða fyritøku. Vit hava eitt sterkt fakligt umhvørvi, og tú fært dugnaligar og góðar starvsfelagar í teimum ymsu deildunum. Felagið hevur framsøknar vakstrarætlanir innan aling, og vit seta okkum sjálvum ein høgan standard innan burðardygd og fiskavælferð.

Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu samsvarandi royndum og førleikum.

Umsókn Søk starvið við at trýsta á leinkjuna. Umsóknarfreistin er tann 31. desember 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjarna Larsen, alistjóra, á tlf. +298 235670 ella við telduposti bjla@bakkafrost.com.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum við fullari virðisketu frá fóðri til liðugvørur. Vit hava virksemi í Føroyum, Skotlandi, USA, Danmark og Fraklandi. Høvuðsskrivstovan er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy.



Les meira