28. desember 2021

Skunda tær og bílegg JobPrát – seinasta freist er í kvøld kl. 24.00

Nú er ikki at bíða longur. Skunda tær og bílegg eitt JobPrát á www.jobmatch.fo og kom á tal við fyritøkur, stovnar og kommunur, sum luttaka á Jobmach 2021. Seinasta freist at koma í samband við Jobmatch luttakararnar er í kvøld 28. desember kl. 24.00. 

Talgilda JobPrátið fer fram í morgin 29. desember ella annað tíðspunkt, sum passar tykkum. Men fyri at fáa hetta í lag er týdningarmikið, at tú bíleggur JobPrát við teir luttakarar, tú hevur áhuga í at hitta í seinasta lagi í kvøld kl. 24.

Hjá summum av luttakarunum ber til at bíleggja eitt JobPrát eitt ávíst tíðspunkt tann 29. desember. Hjá øðrum bíleggur tú eitt JobPrát uttan ávísa klokkutíð og dag, og síðani setir luttakarin seg í samband við teg og avtalir nærri, hvat tíðspunkt hóskar tykkum best.

JobPrátið og sjálv bíleggingin fer fram inni á Jobmatch heimasíðuni. Tú gert tær ein brúkara við at melda til inni á Jobmatch.fo, hereftir ritar tú inn í skipanina við tínum t-posti og loyniorði.

Tá tú meldar til inni á jobmatch.fo, er umráðandi, at tú fyllir út skrásetingarskjalið so nágreinað sum møguligt.

Eitt JobPrát kann eitt nú nýtast til at tosa um størv, starvsvenjingarmøguleikar, ella samstarv um skrivligar uppgávur í samband við lesnaðin. Jobmatch luttakararnir hava fleiri enn 70 tøk størv og annað eru við á Jobmatch.