26. desember 2017

Seinasta freist at bíleggja eitt JobPrát er í kvøld kl. 20.00

Um tú vilt tryggja tær eitt óformligt prát við onkrar av luttakarunum á Jobmatch 2017 er at bíleggja eitt JobPrát nú, tí í kvøld klokkan 20.00 steingir hesin møguleiki. Tó er altíð møguligt at vitja Jobmatch og allar tær luttakandi fyritøkurnar og stovnarnar uttan at hava bílagt Jobprát frammanundan.

Møguleikin at tekna til Jobmatch er opin heilt fram til sjálva starvsstevnuna, og er tí einki evsta mark í hesum sambandi.

Jobmatch 2017 opnar kl. 13.00, og tað er ókeypis at vitja Jobmatch.

Verið vælkomin 😊