Økt kapping um komandi starvsfólk
Talið av arbeiðsgevarum, sum luttaka á Jobmatch starvsstevnuni komandi hósdag, er meira enn tvífalda uppá 6 ár. “Í 2011 luttóku 22, og í ár er talið komið uppá 52. Hetta er ein greið ábending um, at føroyskar fyritøkur og stovnar hava alsamt størri áhuga í at koma í samband við komandi starvsfólk” sigur Katrin I. Gregersen, samskipari av Jobmatch.
Á hvørjum ári verða eftirmetingar gjørdar. Hesar vísa, at umleið 1/3 av luttakandi arbeiðsgevarum hava ítøkilig størv at bjóða teim vitjandi á Jobmatch. Harumframt sigur meira enn helmingurin, at tær luttaka fyri at koma í samband við lesandi, sum vilja skriva uppgávur ella koma í starvsvenjing.
Eftirmetingin vísir eisini, at meira enn 60 vitjandi fingu bjóða eitt ítøkiligt starv ella uppgávu á Jobmatch í fjør
Starvsstevnan verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 28. desember frá kl. 13.00 – 19.00.