Norðurlandahúsið stendur at bresta við arbeiðsgevarum
Kappingin um arbeiðsmegina í Føroyum man neyvan hava verið størri, og sæst hetta aftur við einum Norðurlandahúsi, sum stendur at bresta við arbeiðgevarum, har 72 fyritøkur, stovnar og kommunur bjóða seg fram hósdagin 29. desember, tá árliga Jobmatch starvsstevnan fer av bakkastokki.
“Eg haldi, at tað virkar, sum um luttakararnir eru serliga spentir til Jobmatch í ár, nú tvey ár eru liðin, síðani teir stóðu andlit til andlit við tey vitjandi. Harumframt er tað eitt serligt huglag uppi í Norðurlandahúsinum ein slíkan dag, og eru vit øll sera spent”, sigur Katrin I. Gregersen, samskipari.
Áhugin at vitja Jobmatch er eisini stórur, og longu nú eru fleir bíleggingar komnar um sokallað JobPrát, har vitjandi kunnu bíleggja JobPrát við luttakararnar. Harumframt kunnu fyritøkurnar og stovnarnir bíleggja JobPrát við vitjandi, sum hava røttu førleikarnar.
“Endamálið við Jobmatch er enn sum áður at knýta samband millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi og útbúgvin í Føroyum og uttanlands. Eyðsæð er, at føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur stóran áhuga í at koma á tal við henda málbólk, og talan er um fyritøkur og stovnar innan flestu vinnugreinar – frá alivinnu, handverk, KT, heilsu, almenna fyrisiting, gransking og onnur” sigur Katrin.
Tóshavnar Kommuna og Bakkafrost stuðla Jobmatch, og tað er ókeypis at vitja starvsstevnuna, men mælt verður til at bíleggja Jobprát ella skráseta luttøku frammanundan á jobmatch.fo.