Nema og Føroyar vunnu á altjóða ráðgevaravirkinum Ernst & Young
“Viðhvørt skal bert ein góð samrøða til fyri at seta í gongd eitt gott og varandi samstarv”
Christian og unnustan høvdu eitt ynski um at flyta til Føroyar, hóast lívið í Keypmannahavn var gott við góðum starvi hjá ATP umframt boðið um nýtt starv hjá altjóða ráðgevaravirkinum Ernst & Young. Christian er dani og unnustan føroyingur, so tað var púra náttúrligt, at tey, eftir at hava lisið og búleikast í Danmark í fleiri ár, ynsktu at flyta heim aftur. Christian var sera hugtikin av tí føroysku náttúruni, mentanini og fólkinum, og tá tey gjørdust foreldur, bleiv ynski um at flyta til klettarnar enn størri. Christian valdi tí at fara á Jobmatch, tá tey komu aftur til Føroyar at vitja á jólum.
“Á Jobmatch var ein sera góður stemningur, og eg tosaði við nógvar av luttakarunum. Harímillum hevði eg eitt gott prát við NEMA, har tað spurdist ein starvssamrøða burturúr. Avtalað varð at tosa saman aftur 2. januar, og sama kvøld flugu eg og familjan heim aftur til Danmarkar.”
Eftir at íbúðin á Islands Brygge í august mánaði var niðurpakkað, flutti Christian við familjuni til Føroyar, har hann fáa dagar eftir heimkomu byrjaði í starvi hjá Nema.
“Eg vil avgjørt viðmæla at man vitjar Jobmatch starvsstevnuna. Tað er tann perfekti møguleikin at hitta eitt breitt úrval av fyritøkum og stovnum á einum stað. At vitja hvørja fyritøku hvør sær kann tykjast sum ein heldur stór og óyvirkomandi uppgáva. Jobmatch er ein upplagdur møguleiki at tosa við nógvar fyritøkur og greiða teimum frá, hvat man hevur at bjóða. Ein fyritøka er jú ein eind, sum hevur tørv á nógvum ymiskum fakøkjum fyri at fáa alt at bera til. Starvsstevnan gjørdi, at eg fekk eyga á fyritøkur, sum annars ikki høvdu komið mær til hugs.”
Jobmatch 2024 verður í Norðurlandahúsinum mánadagin tann 30. desember frá kl. 12.00.
Evsta mark at bíleggja JobPrát er sunnudagin 29. desember kl. 12.00 á middegi.
Tað er ókeypis at vitja Jobmatch starvsstevnuna