21. desember 2017

Meira enn hálvthundrað arbeiðsgevarar á Jobmatch!

Í næstu viku stendur Norðurlandahúsið at bresta við føroyskum arbeiðsgevarum, sum vilja koma á tal við lesandi ella fólkum við útbúgving, sum sóknast eftir starvi í Føroyum.

Jobmatch hevur veruliga vunnið sær sess sum afturvendandi starvstevna millum jóla og nýggjárs, og undirtøkan er vaksandi á hvørjum ári.

“Í ár var mest sum fullsett við fyritøkum og stovnum longu í oktober mánaði. Vit hava so roynt at útvega meira pláss í Norðurlandahúsinum, og á tann hátt hava vit fingið rúm fyri 52 arbeiðsgevarum” sigur Katrin I. Gregersen, samskipari av Jobmatch. Hetta er tað mesta nakrantíð.

Longu nú hava nógv fólk bílagt sær eitt JobPrát, og til ber at gera hetta umvegis hemasíðuna jobmatch.fo fram til 26. desember kl. 20. Men best er at bíleggja í góðari tíð.

“Tað er eitt sera breitt úrval av arbeiðsgevarum frá bæði privata og almenna geiranum, innan framleiðslu, handverk, tænastu og fyrisiting. Á heimasíðuni ber til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin” sigur Katrin.

Jobmatch starvstevnan verður hósdagin 28. desember i Norðurlandahúsinum. Tað er ókeypis at vitja Jobmatch.