28. desember 2021

Landsfyrisitinin luttekur aftur í ár á Jobmatch.

Landsfyrisitingin fevnir um Løgmansskrivstovuna og hini 6 stjórnarráðini (Fíggjarmálaráðið, Fiskimálaráðið, Uttanríkis- og mentamálaráðið, Umhvørvis- og vinnumálaráðið, Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið).

Á Jobmatch plaga vit ofta at tosa um, hvussu ein starvsleið í fyrisitingini er. Men vit plaga eisini at leggja dent á møguleikan hjá lesandi at gerast starvslesandi á eini av føroysku sendistovunum kring heimin ella í Tórshavn á einum stjórnarráði. Møguleiki er eisini at práta um samstarv í.s.v. høvuðsritgerð (speciale).

Hjá teimum, sum kundu hugsa sær eitt starv í landsfyrisitingini, eru Uttanríkis- og mentamálaráðið og Heilsumálaráðið serliga spennandi í løtuni:

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur í løtuni 3 størv leys at søkja á https://www.ummr.fo/fo/um-radid/leys-storv/ :

Løgfrøðingur: Fast starv sum løgfrøðingur í Uttanríkis- og mentamálaráðnum er leyst at søkja. Løgfrøðingurin verður partur av Aðalskrivstovuni við fjølbroyttum løgfrøðiligum uppgávum. Umsóknarfreist 10. Januar 2022

Fulltrúi til miðnámsøkið v.m.: Starvið er áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt og verður at seta skjótast til ber. Umsóknarfreist 10. Januar 2022.

Skrivari/fulltrúi á Sendistovu Føroya í London: Søkt verður eftir skrivara/fulltrúa á sendistovu Føroya til Bretlands (London) frá 1. mars 2021 at rokna. Sendistovan røkir føroysk áhugamál í Bretlandi og Írlandi. Umsóknarfreist 24. Januar 2022.

Heilsumálaráðið fer fyrst í komandi ári at lýsa eftir tveimum fulltrúum í fast starv
Talan verður um fólk við útbúgving frá hægri lærustovni innan løgfrøði, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving. Størvini eru spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Les meira um málsøkini, sum Heilsumálaráðið umsitur, á www.hmr.fo