15. oktober 2020

Koronafrítt Jobmatch 2020

Korona farsóttin hevur sett dagsskránna í mun til, hvussu vit kunnu ella ikki kunnu vera saman – eisini í Føroyum. Hetta hevur á mangan hátt sett sínar avmarkingar á gerandisdagin. Almennu koronatilmælini um frástøðu og avmarkingar um, hvussu nógv fólk kunnu savnast á sama stað, fáa eisini ávirkan á, hvussu árliga Jobmatch tiltakið kann haldast. Tó, so gevur hetta eisini høvið til nýhugsan at skapa tiltøk á ein øðrvísi og koronafríðan hátt. Jobmatch 2020 verður tí í ár flutt yvir á ein spennandi virtuellan pall, sum í stóran mun kann tað sama, og á ein hátt meira, enn tann fysiski pallurin vit kenna til. Skipanin er roynd í øðrum londum, og fær góð ummæli frá bæði fyritøkum og lestrarstovnum.

Við at skipa fyri einum virtuellum Jobmatch tiltakið kunnu tey vitjandi sita heima í síni fjálgu stovu – í Føroyum eins væl og uttanlanda – samstundis sum tey kunnu koma framvið og vitja partar av føroysku vinnuni á tí virtuellu starvsstevnuni. Við at flyta tiltakið yvir á tann talgilda pallin, kunnu vit bæði røkka teimum, sum búgva og virka í Føroyum umframt tey, sum eitt nú sita hinumegin knøttin og ynskja at koma í samband við føroysku vinnuna. Hervið eru tað enn fleiri vitjandi, sum kunnu luttaka á Jobmatch og netverka við føroyska vinnugeiran.

Tann virtuelli pallurin er skipaður eins og tað fysiska tiltakið við básum við ymiskum sniði og samleikum, framløguhøli, forhøll og kunningardiski. Hvør luttakari kann leggja lýsing av felagnum, leys størv, verkætlanarevnir, filmar o.a. út á sín básavanga, sum tann vitjandi kann lesa, síggja og taka niður

JobPrát verður eisini á skránni í ár, tó í víðkaðum vavi enn undanfarin ár. Umframt at tað er møguligt hjá teim vitjandi at bíleggja JobPrát við luttakararnar, so fara luttakararnir í ár eisini at fáa høvið at bíleggja prát við tey vitjandi. Hervið kann luttakarin verða meiri framfúsin og málrættaður við beinleiðis at seta seg í samband við tey vitjandi, sum hava teir førleikar,  sóknast verður eftir.

Sjálvt JobPrátið fer síðani fram á tí virtuella básinum umvegis tjat, audio ella video samrøður. Møguligt er eisini at samskifta í opnum bólkatjattum á básavanganum.

Jobmatch 2020 verður sum undanfarin ár millum jóla og nýggjár – í ár týsdagin 29. desember frá kl. 12-17.

Jobmatch verður stuðla av Tórshavnar kommunu og Bakkafrost. Í stýrsibólkinum sita umboð fyri Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsið og MFS. Katrin I Gregersen, ráðgevi í Syntesa, er samskipari av Jobmatch. Hon er at hitta á 233081 ella á t-post katrin@syntesa.fo

Virtuelli Jobmatch pallurin letur upp miðskeiðis i desember. Um tú skrásetir teg, fært tú boð um hetta umvegis t-post.