13. desember 2021

Kom á tal við føroyska arbeiðsmarknaðin á Jobmatch 2021

Nú alt meiri smitta ger um seg á Føroyalandi, hava fyrireikararnir valt at útseta tað fysiska Jobmatch tiltakið, sum skuldi verða millum jóla og nýggjárs. Hóast korona spennir bein fyri okkara andlit til andlits tiltaki, eru ongar forðingar fyri, at vit hittast talgilt.

Jobmatch hevur ment eina nýggja skipan, sum ger tað møguligt hjá tær at bíleggja talgild JobPrát við teir luttakarar, tú hevur áhuga í at hitta. Eitt JobPrát kann eitt nú nýtast til at tosa um størv, starvsvenjingarmøguleikar, ella samstarv um skrivligar uppgávur í samband við lesnaðin. JobPrátið kann bíleggjast frá miðjun desember og fram til 28. desember á midnátt inni á jobmatch.fo.

Hjá summum av luttakarunum ber til at bíleggja eitt JobPrát eitt ávíst tíðspunkt tann 29. desember. Hjá øðrum bíleggur tú eitt JobPrát uttan ávísa klokkutíð og dag, og síðani setir luttakarin seg í samband við teg og avtalir nærri, hvat tíðspunkt hóskar tykkum best.

JobPrátið og sjálv bíleggingin fer fram inni á Jobmatch heimasíðuni. Tú gert tær ein brúkara við at melda til inni á Jobmatch.fo, hereftir ritar tú inn í skipanina við tínum t-posti og loyniorði.

Tá tú meldar til inni á jobmatch.fo, er umráðandi, at tú fyllir út skrásetingarskjalið so nágreinað sum møguligt. Jobmatch luttakararnir síggja sum útgangsstøði niðanfyri standandi upplýsingar um teg.

  • Aldur
  • Tey virkisøkir, sum hava tín áhuga
  • Status á útbúgving
  • Útbúgvingarheiti
  • Útbúgvingarstøði
  • Um tú hevur viðheft CV (luttakarin kann bert fáa atgongd til CV, um tú hevur játtað JobPrát við Jobmatch luttakaran ella sjálv/ur umbiðið JobPrát)

Hervið verður ein partur av tínum skrásettu upplýsingum vístir anonymt, soleiðis at fyritøkur, stovnar og kommunur kunnu síggja, um tín vangi er áhugaverdur í mun til teir førleikar, sum teimum sóknast eftir. Luttakarin kann so bíleggja eitt JobPrát við teg, og fært tú boð um hetta umvegis t-post og inni á tínum Jobmatch vanga, sum tú síðani skalt játta ella nokta.

Tá tú bíleggur eitt JobPrát við ein luttakara ella játtar eina JobPrát umbøn, fær hesin atgongd til allar tínar skrásettu upplýsingar. Áðrenn tú hevur játtað eitt JobPrát ella sjálv/ur umbiðið eitt, sær luttakarin bert omanfyri standandi upplýsingar um teg.

Tú kanst til ein hvørja tíð dagføra tín vanga við nýggjum upplýsingum.

Verið vælkomin á Jobmatch og bílegg tær eitt JobPrát við ein ella fleiri av luttakarunum. Seinasta høvið at bíleggja sær eitt JobPrát og koma á tal við føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur á Jobmatch er týsdagin 28. desember kl. 24.00

Tað er sjálvandi ókeypis at luttaka á Jobmatch

Stuðlar eru Tórshavnar kommuna og Bakkafrost

Í stýrisbólkinum sita umboð fyri Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsið, MFS og Jobmatch