Kapping um G! atgongumerkir á Jobmatch 2024
Øll, tey sum vitja í Norðurlandahúsinum mánadagin 30. desember, kunnu vera við í eini kapping um G! 2025 atgongumerkir.
Fyri at verða við, skalt tú svara rætt upp á tveir spurningar um Jobmatch. Tú fært spurnarblaðið saman við tínum bringumerki við dyrnar, tá tú kemur í Norðurlandahúsið. Tú svarar spurningunum, útfyllir navn og líknandi, (so vit kunnu boða tær frá, um tú vinnur). Síðani letur spurnarblaðið í postkassan, sum er millum básarnar hjá Vága Kommunu og Ocean Rainforest í Skálanum.
Jobmatch starvstevnan verður mánadagin 30. desember frá kl. 12-17.
Tað er ókeypis at vitja Jobmatch 2024.
Vit gleða okkum at síggja teg!