16. desember 2020

Kandidatlesandi við áhuga í altjóða viðurskiftum?

Ert tú kandidatlesandi við áhuga í altjóða viðurskiftum? So ert tú kanska okkara nýggi starvslesandi.

Sendistovan í Reykjavík søkir starvslesandi til fyrru lestrarhálvu 2021.

Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga arbeiðinum á sendistovuni og fært innlit í tey mál, ið sendistovan arbeiðir við.

Tann starvslesandi eigur at vera undir hægri útbúgving, og er tað ein fyrimunir at hava lokið prógv á bachelor-stigi.

Starvslestrartíðin er 3-6 mánaðir og arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið er ólønt, men viðbót verður latin eftir nøktandi uppihald. Møguleiki er at søkja um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum. Stuðul verður veittur til bústaðarútreiðslur.

Kom og luttak á Jobmatch 29. des. kl 12-17. Tann virtuelli Jobmatch pallurin opnar 17. des. Tá kanst tú fara inn og bíleggja JobPrát við luttakarar, tú hevur áhuga í at hitta

#JobmatchFO2020