9. desember 2016

JobPrát gevur tær fyrimunir, tá tú skal søkja starv

Eva Skeel Nolsø er ein av teimum mongu, ið hava fingið starv gjøgnum Jobmatch.

Eg fór faktisk bara fyri at vita, hvørji størv vóru í Føroyum, sigur Eva um vitjanina í Norðurlandahúsinum.

Eva var júst liðug sum cand.merc.(psyk)., tá hon kom heim til jólar í fjør, og eftirsum hon og maðurin høvdu tosað um at flyta heim, fór hon á Jobmatch. Tríggjar mánaðar seinni sat hon í nýggjum starvi sum HR ráðgevi hjá Føroya Tele.

Tað er altavgerandi at fyrireika seg væl til Jobmatch, um tú skal hava nakað veruligt burtur úr, heldur Eva.

Eg bílegði JobPrát við fimm fyritøkur, sum eg helt vóru áhugaverdar. Eg sendi teimum mítt CV, eg fyrireikaði elevator-samrøðuna, og eg gjørdi mær greitt, hvat eg kundi bjóða teimum, sigur Eva.

Tú mást vita, hvat tú kann bjóða eini fyritøku, hvørjum tú er áhugaður í, og tú má gera tær greitt, hví tú luttekur, leggur hon afturat.

Eva heldur eisini heilt greitt, at tað er eitt gott hugskot at bíleggja JobPrát. Tað var nevnliga í JobPráti, at Eva varð boðin at søkja starv hjá Føroya Tele.

At tú hevur havt eitt JobPrát gevur tær ein stóran fyrimun, tá tú skal søkja starv ella til samrøðu, tí tú hevur longu havt møguleika fyri at peila av, hvat tey gera og hvat tey ynskja sær – nógv meir enn, hvat ein starvslýsing klárar.

Hon dugir ikki at siga, um hetta var orsøkin til, at hon fekk starvið hjá Føroya Tele, men kappingin var hørð – 48 umsøkjarar vóru. Hon ivast tó ikki í, at tað var ein fyrimunur hjá henni.

Eitt JobPrát gevur tær høvi til at vísa teg frá tínu bestu síðu, tí í mótsetning til, tá tú er til setanarsamrøðu, er nógv minni upp á spæl í JobPráti, so tú hevur onga orsøk at vera nervøsur.

Eva fer í ár at vera partur av toyminum, sum umboðar Føroya Tele á Jobmatch. Føroya Tele er ein tekniskt tung fyritøka, og tí leggja tey dent á, at øll fakøkini eru umboðað, so luttakarar kunnu tosa við fólk, ið arbeiða innan fyri teirra fakøki og tískil fáa sum mest burtur úr.