31. desember 2015

Jobmatch sera góða undirtøku

Knapt 500 fólk vitjaðu Jobmatch starvstevnuna, sum var í Norðurlandahúsinum týsdagin 29. desember. Øll tey vitandi vóru biðin um at skráseta seg, og fyribils uppgerð vísir, at 52% av teim vitjandi vóru kvinnur og 48% menn.

Harumframt verða fólk spurd um, hvørji virkisøki tey hava áhuga fyri. Uppgerðin vísir, at tey vitjandi hava ein rættiliga javnt breiðan áhuga fyri ymsum virkisøkjum. Hesi fevna bæði um heilsu og almannaverk, almenna fyrisiting, ferðavinnu, miðla- og skaparnarvinnu og búskapar- og løgfrøðivinnu, umframt ali- og fiskivinnu, verkfrøði og byggivinnu og oljuvinnu.

Tær luttakandi fyritøkurnar og stovnarnir lótu eisini væl at degnum. Fyrstu vikuna í januar verða eftirmetingarskjøl send øllum, sum luttøku og vitjaðu á Jobmatch 2015.

Á kvøldsetuni hevði Heini í Skorini áhugaverdar samrøður um at virka heima og uti í heimi. Kvøldsetan varð útvarpað beinleiðis í Kringvarpi Føroya.

Tað er avgjørt, at Jobmatch verður aftur tann 29. desember 2016 – og longu nú hava 17 stovnar og fyritøkur tekna til.

Jobmatch takkar fyri undirtøkuna fyri tiltakinum – bæði frá sponsorum, luttakarum, vitjandi og fjølmiðlum – við ynskjum um eitt eydnuberandi nýggjár.