Jobmatch Kvøldseta um at virka heima og úti í heimi
Jobmatch er eitt fjøltáttað tiltak, og í ár verður kvøldseta við práti og kjaki við føroyingar, sum í sínum dagliga starvi virka heima og úti í heimi. Harumframt verður fyrilestur um at skapa sítt egna starv. Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer at seta starvsstevuna.
Kvøldseta um altjóðagerð
Ein fastur táttur á Jobmatch er Kvøldsetan, sum eisini verður útvarpað beinleiðis. Í ár verður leisturin nakað øðrvísi enn undanfarin ár, og Heini í Skorini fer at hava prát og kjak við fýra føroyingar um altjóðagerð, og hvussu man kann virka í Føroyum, hóast meginparturin av eins virksemi er tengt at altjóða marknaðum og samstarvsfeløgum.
Luttakarar á kvøldsetuni verða Ólavur Ellefsen, sum seinastu 15 árini hevur ment KT-loysnir til altjóða marknaðin og Pol Huus Sólstein, sum saman við øðrum hevur stovnað fyritøku, ið selur uppisjóvarfisk og úrdráttir fyri 350-450 mio. um árið. Harumframt fer Rannvá Danielsen, sum í fjør var liðugt við sína master útbúgving innan umhvørvisbúskap at greiða frá, hvussu hon nú er farin undir ein vinnuligan PhD lestur í Føroyum í tøttum samstarvi við fimm altjóða granskingarstovnar. Harumframt fer Signar Dam, sum júst er liðugur við sína mater útbúgving, at greiða frá samstarvinum við Fiskaaling í samband við lesturin uttanlands.
Kvøldsetan byrjar klokkan 19 við onkrum leskiligum til góman, og samstundis verður høvið at ”netverka” við aðrar luttakarar á Jobmatch. Stundisliga kl. 19:30 fer Heini í Skorini at byrja prátið um at virka heima og úti í heimi.
Skapað títt egna starv
Undir Jobmatch verða ymsir fyrilestrar, og nýskapanarhúsið Hugskotið, sum er eitt íverksetarahús hjá Tórshavnar kommunu, fer á Jobmatch at hava fyrilestur um, hvussu til ber at Skapa sítt egna starv.
Hugskotið bjóðar ókeypis ráðgeving og innivist til íverksetarar. Eisini er møguligt at koma í starvsvenjing í Hugskotinum.
Poul Michelsen setir Jobmatch
Dyrnar til Jobmatch 2015 lata upp týsdagin 29. desember kl 13, og kl 13:10 fer Poul Michelsen
landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum at seta Jobmatch starvsstevnua.