Jobmatch meira enn trífaldað
Starvsstevnan varð fyriskipað fyri fyrstu ferð í Føroyum í 2011, og tá luttóku 21 fyritøkur og stovnar. Síðani er talið av luttakandi fyritøkum og stovunum meira enn trífaldað, og fara 71 fyritøkur og stovnar at bjóða seg fram í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember.
“Orsaka av korona hevur ikki borið til at havt Jobmatch í Norðurlandahúsinum seinastu tvey árini”, segði Katrin I Gregersen, samskipari í Vikuskiftissendingini fríggjadagin. “Í ár tykjast fyritøkur og stovnar at verða sera spent uppá at hitta vitjandi andlit-til-andlit. Harumframt er arbeiðsloysi metlágt, og tað man eisini verða viðvirkandi til stóra áhugan fyri Jobmatch” legði Katrini afturat.
Kristina Arge og maðurin búðu í USA í 10 ár, og fyri tey var Jobmatch «hurðin» inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. “Aftaná 10 ár í útlegd var okkara netverk í Føroyum avmarkað. Eg kom á tal við tríggjar ymiskar fyritøkur á Jobmacth, og tað var byrjanin til eitt starv í Føroyum” segði Kristina í Vikuskiftissendingini.
Til ber at kunna seg um størv, fyritøkur og stovnar á heimasíðuni jobmatch.fo, har ber eisini til at skráseta seg og bíleggja eitt ella fleiri jobprát.