12. desember 2016

Jobmatch í nýggjum hami

Jobmatch hevur fingið nýggja snøgga heimasíðu, sum ger tað lættari at kunna seg um fyritøkur og størv á árligu starvsstevnuni, sum verður hildin millum jóla og nýggjárs.

–        Vit royna at gera tiltakið betrið hvørt ár. Í ár hava vit lagt orkuna í heimasíðuna, jobmatch.fo. Nú ber til at síggja, hvørjir fakbólkar eru umboðaðir á stevnuni. Á gomlu síðuni vóru luttakararnir ikki skipaðir eftir fakbólki, so tað var kanska ikki líka greitt, hvørjir luttakarar vóru áhugaðir í t.d. búskaparfrøðingum ella verkfrøðingum. Hetta hava vit nú broytt, sigur Katrin I. Gregersen, samskipari á Jobmatch.

Á nýggju heimasíðuni ber til søkja upp á leys størv, at bíleggja JobPrát og at kunna seg um allar 44 fyritøkurnar og stovnarnar, sum verða við á Jobmatch.

–        Vanliga vitja um 400 fólk í Norðurlandahúsinum, tá Jobmatch er. Vitjandi skulu skráseta seg, og tað hevur áður viðført, at ein ávís bíðitíð hevur verið við inngongdina. Nú ber til at skráseta seg á heimasíðuni – og harvið sleppa undan bíðirøðum, sigur Katrin.

Jobmatch var fyrstu ferð fyriskipað í 2008, og endamálið er framvegis at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild. Í fjør bleiv málbólkurin víðkaður til eisini at fevna um fólk við royndum á arbeiðsmarknaðinum, t.v.s. fólk, sum eru í starvi, men eru áhugað í at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. Hesa ferð verða eisini fyritøkur við, sum sóknast eftir fólki við royndum innan handverkarayrkið.

–        Víðkanin av málbólkinum hevur eydnast væl, og áhugin at luttaka á starvsstevnuni hevur ongantíð verið størri. Tilsamans 44 fyritøkur og stovnar hava teknað seg til í ár, og bert eitt pláss er eftir, sigur Katrin.

Jobmatch verður týsdagin 29. desember í Norðurlandahúsinum. Tað byrjar á middegi og heldur fram til klokkan sjey á kvøldi. Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og hjá fyritøkum og stovnum er ómakaleyst at luttaka – vanliga verður byrjað við at seta ein bás upp um morgunin, tann dagin starvsstevnan byrjar.

Tórshavnar kommuna og Bakkafrost sponsorera tiltakið