Jobmatch í dag
Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sum fer at seta starvstevnuna. Í ár luttaka íalt 79 fyritøkur, kommunalir og almennir stovanar, og tað er tað mesta nakrantíð.
Høvuðssponsorar til Jobmatch 2023 eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna. Á starvstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo
Dyrnar lata upp kl 12, og setanin verður kl. 12:10. Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvsstevnan er opin til kl. 18 í kvøld.