26. desember 2019

Jobmatch gevur ítøkilig úrslit

Á árligu Jobmatch starvsstevuni hava føroyskar fyritøkur, kommunur og almennir stovnar umleið hálvthundrað størv tøk at bjóða teim vitjandi. Eftirmetingar frá 2018 vísa, at yvir 60 vitjandi á Jobmatch fingu bjóðað eitt ítøkiligt starv, uppgávu ella starvsvenjingarpláss. Væntandi fer hetta eisini at endurtaka seg í ár.

Í 2018 taldu kvinnurnar 54% av teim vitjandi, og størsti parturin, nevniliga 79%, er  millum 23 og 38 ár. Hetta er eisini galdandi fyri mannligu vitjandi.

Í ár luttaka 62 fyritøkur og stovnar á Jobmatch, og tað er tað mesta nakrantíð.  Stóra luttakaratalið ber boð um harða kapping á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eftirmetingar vísa eisini, at luttakarar hava stóran áhuga í at koma á tal við útisetar, fólk undir lestri, eins og yrkislærd fólk, sum búgva í Føroyum.

Øll árini hevur býtið millum vinnuliga og almenna geiran verið rættuliga javnt millum luttakarar á Jobmatch.  Starvstevnan byrjar leygardagin kl. 12, og til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo.