Jobmatch er eitt genialt tiltak
Brúkið Jobmatch til at skapa eitt netverk. Tað er nógv lættari at søkja starv, tá tú hevur eitt samband við fyritøkuna og fólkini, ið starvast har.
Hesi eru ráðini frá Kristjan Petursson, rakstrarleiðara á Elektron. Hann burdi vita, tí hann fekk sjálvur starv gjøgnum netverkið, hann hevði bygt upp við at luttaka á Jobmatch.
Tað tað ongantíð er ov tíðliga at byrja at netverka. Ger tær greitt, hvørji tíni fakligu áhugamál eru, og práta við fólk. Ger tað áðrenn, tú er liðugur at lesa – ger tað longu, tá tú er liðugur við tín bachelor.
Kristjan er KT verkfrøðingur, og hóast hann eftir loknan lestur fekk starv í danska bankaheiminum, visti hann, at hann og konan fóru at venda nøsini heimaftur fyrr ella seinni. Hann var fyrstu ferð á Jobmatch á Bryggjuni í Keypmannahavn og var fastur gestur á tiltakinum fleiri ár á rað.
Eg vitjaði fast tríggjar fyritøkur innan KT vinnuna. Eg var erligur og segði, at eg ikki leitaði eftir starvi, men at eg vildi skapa eitt samband við tær føroysku fyritøkurnar á mínum øki, tí eg fór at koma heim.
Hetta loysti seg. Tá føroysku bankarnir fluttu KT skipanirnar til Danmarkar, hevði Elektron brúk fyri einum millummanni í Danmark og ringdi til hansara at bjóða honum starvið. Hann tók av og var í trý ár ráðgevi og verkætlanarleiðari fyri Elektron í Danmark.
Hann og konan fluttu heim í fjør, og Kristjan hevur síðan starvast fyrst sum verkætlanarleiðari og síðan rakstrarleiðari hjá Elektron, umframt at hann er stjóri í felagnum MínBoks.
Kristjan ásannar, at hann neyvan hevði havt hetta starvið, um hann ikki hevði verið á Jobmatch. Hann fekk tað í boði, tí Elektron visti, hvør hann var og hvørjar royndir hann hevði.
Eg plagi at siga, at Jobmatch eigur skyldina í, at eg fekk starvið, sigur hann flennandi.
Kristjan luttekur framvegis á Jobmatch, nú sum umboð fyri Elektron.
Jobmatch er eitt sera gott høvi at práta við fólk uttan at kalla tey inn til samrøðu. Vit royna altíð at hava størv við okkum á Jobmatch, og tað hava vit eisini í ár. Vit hava nýliga sett fólk í starv, men avgjørdu ikki at seta øll størvini áðrenn Jobmatch.
Elektron hevur góðar royndir við Jobmatch. Eitt annað starvsfólk er sett gjøgnum Jobmatch, tey hava havt starvsnæmingar og fleiri uppgávur eru eisini gjørdar saman við teimum. Tað hevur riggað væl, heldur Kristjan.
Jobmatch er eitt genialt tiltak og øgiliga neyðugt, sigur hann.