25. desember 2018

Hevur tú tryggjað tær talutíð og bílagt eitt JobPrát?

Á Jobmatch hevur tú ein framúr møguleika at koma á tal við møguligar arbeiðsgevarar við at bíleggja eitt JobPrát frammanundan. Eisini er hetta høvið sera hent, um tú ynskir at skriva uppgávur, serritgerðir, koma í starvsvenjing ella annað samstarv við tann føroyska vinnugeiran.

Nógv fólk vitja á tí árligu starvsstevnuni Jobmatch, og tískil kann oftani tykjast trupult at koma á tal við onkrar av fyritøkunum og stovnunum til eitt prát. Fyri at tryggja tær talutíð hjá teim luttakarum, tú ynskir at koma í samband við, er tí sera skilagott at bíleggja eitt JobPrát undan starvsstevnuni. Eitt JobPrát er ein óbindandi styttri samrøða á 10 minuttir, har tú fært høvið til at kunna teg um arbeiðsgevaran og greiða frá um teg sjálvan.

JobPrát funkan er í ár ment soleiðis, at tað nú ber til hjá tær at skraddaraseyma títt egna JobPrát skema og á hendan hátt at velja júst tær tíðir, sum hóska tær best.

Tað ikki nøkur treyt at bíleggja JobPrát fyri at luttaka á Jobmatch – bert ein møguleiki.

Seinasta freist at bíleggja JobPrát er 26. desember kl. 20.00. Tú kanst bíleggja JobPrát her http://www.jobmatch.fo/jobprat/

Tórshavnar kommuna og Bakkafrost eru aftur í ár høvuðussponsorar, og harumframt er ein stýrisbólkur við umboðum fyri Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsið, MFS og ASK v/Fróðskaparsetur Føroya. Tað er ráðgevingarfelagið Syntesa, sum stendur fyri prosjektleiðsluni av tiltakinum.

Verið vælkomin á Jobmatch. Vit gleða okkum at síggja teg í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 28. desember😊

Tað er ÓKEYPIS at vitja Jobmatch!