Helt samband við regluligum vitjanum á Jobmatch
Rói H. Christiansen, ið starvast á Góðskudeildini hjá Bakkafrost, fekk starv, eftir at hann hevði hildið regluligt samband við fyritøkuna, sjálvt um tað ikki var nakað tøkt starv, fyrstu ferð hann setti seg í samband við tey. Fyrstu ferð Rói setti seg í samband við Bakkafrost, var við at senda eina opna umsókn. Eftirfylgjandi hevur hann brúkt Jobmatch til at halda sambandið við líka.
”Eg havi sæð Jobmatch sum eitt upplagt høvi til at geva meg til kennar hjá fyritøkum og stovnum, sum hava brúk fyri fólki við mínari bakgrund. Somuleiðis havi eg eisini brúkt Jobmatch til at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri meg í Føroyum. Eg havi tvær ferðir tosað við umboð hjá Bakkafrost á Jobmatch. Hetta hava verið fólk við ymiskum bakgrundum, og tí hava prátini eisini verið ymisk”
Rói er útbúgvin lívfrøðingur og hevur eina Ph.D í mikrobioligi. Seinast Rói tosaði við Bakkafrost á Jobmatch, búði hann niðri og arbeiddi hjá Novo Nordisk. Fyrr í ár fekk hann bjóðað eitt avloysarastarv, og flutti tá heim við familjuni.
Á Bakkafrost leggja tey dent á, at øll fakøkir í fyritøkuni eru umboðað, soleiðis at Jobmatch vitjandi kunnu tosa við fólk á sínum fakøki.
“Um eg skal geva fólki, sum koma á Jobmatch nøkur ráð, so er tað, at man ikki skal vera bangin fyri at fara til básarnar og tosa við umboð fyri fyritøkurnar. Tey eru har til tað sama. Um ein ynskir at tosa við onkran, sum arbeiðir innanfyri eitt ávíst øki, er tað skilagott at bíleggja sær eitt prát áðrenn”.