19. desember 2019

Fullsett Norðurlandahús

Kappingin um arbeiðsmegi í Føroyum man neyvan hava verið størri, og tað sæst aftur í, at Norðurlandahúsið verður fullsett við fyritøkum og stovnum á árligu Jobmatch starvsstevnuni, sum verður leygardagin 28. desember.

“Ongantíð hava so nógv verið við fyrr, og  tað tøka gólvplássið í Norðurlandahúsinum verður brúkt av teimum 62 fyritøkunum og stovnum, sum hava teknað til” sigur Katrin I. Gregersen, samskipari.

Áhugin at vitja Jobmatch er eisini stórur, og longu nú eru fleir bíleggingar komnar um sokallað jobPrát.

“Endamálið við Jobmatch er enn sum áður at knýta samband millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi og útbúgvin í Føroyum og uttanlands. Eyðsæð er, at føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur stóran áhuga í at koma á tal við henda málbólk, og talan er um fyritøkur og stovnar innan flestu vinnugreinar – frá fiski- og alivinnu, handverk, KT, heilsu, almenna fyrisiting og onnur” sigur Katrin.

Tóshavnar Kommuna og Bakkafrost stuðla Jobmatch, og tað er ókeypis at vitja starvsstevnuna, men mælt verður til at bíleggja Jobprát ella skráseta luttøku frammanundan á jobmatch.fo.