27. desember 2018

Forvitnisligar framløgur á Jobmatch

Á #Jobmatch2018 verða gjøgnum dagin nógvar forvitnisligar framløgur. Eitt nú kanst tú fáa góð ráð frá HR-leiðaranum; hoyra um, hvussu ein møgulig yrkisleið á Almannaverkinum kundi sæð út; fáa góð ráð um tú ert uttan starv eftir loknan lestur í meir enn eitt ár; betur skilja, hvussu ein ‘navigerar’ á tí føroyska arbeiðsmarknaður sum útlendingur og aðrar spennandi framløgur. Sí skránna her

Sum nakað nýtt í ár hava vit eisini ein Informatiónsbás mannaður við serkønum fólki innan arbeiðsmarknað (Vinnuhúsið), yrkisvegleiðing (Altjóða Skrivstovan) og immigratión (Útlendingastovan). Hesi vilja fegin ráðgeva tær, um tú hevur spurningar.