Fór til Jobmatch eftir landsliðsvenjing
Hann hevði akkurát verið til venjing. Handbóltsmálmaðurin, Lars Larsen Black, og hinir í hópinum fyrireikaðu seg til landsdystir. Eftir venjingina var ein tími eftir av Jobmatch. Ein annar á liðinum og Lars høvdu tosað um møguliga at fara ein túr framvið. Útisetin Lars Larsen Black gjørdi av at fara niðan til árligu starvsstevnuna. Bara fyri at fregnast og vita, hvørjir møguleikar vóru í Føroyum.
Hugurin at flyta heim var vaksin, og samstundis hevði Lars fingið nakrar arbeiðsroyndir uttanlands. Og á Jobmatch prátaði hann við ymiskar fyritøkur og stovnar. Millum annað Tórshavnar kommunu. Hann fann útav, at KT-økið hjá kommununi er stórt og spennandi.
KT-deildin leitaði ikki eftir fólki tá. Men hann hevði tosað við kommununa og víst andlit. Seinni er Lars til arbeiðis hjá Joe & The Juice í Keypmannahavn. Tórshavnar kommuna ringir. Tí nú er starvið sum KT-leiðari í Tórshavnar kommunu leyst at søkja. Hann setti seg at skriva umsóknina, og seinni var Lars til samrøðu, og fekk síðani starvið.
– Tað er umráðandi at vísa, at tú ert til. Og at tú bjóðar teg fram. Tað er ein stórur fyrimunur at hitta fyritøkurnar og fáa eina samrøðu, hóast einki ítøkiligt starv er tøk her og nú. Soleiðis gjørdi eg, og tað gav úrslit, sigur Lars Larsen Black.
Lars er KT-leiðari í Tórshavnar kommunu og virkin hondbóltsspælari.