Fleiri útisetar velja Føroyar
Færri útisetar ivast í at búgva í Føroyum aftaná loknan lestur sambært eftirmetingum frá Jobmatch starvsstevnuni seinastu átta árini. Í 2012 svaraður 32% «veit ikki» uppá spurningin, um tey ætlaðu at búgva í Føroyum. Í fjør svara 14% «veit ikki» uppá sama spurning. Í sama tíðarskeiði er talið av teimum, sum ætlað flyta til Føroyar innan fyri 1-3 ár økt úr 40% upp í 60%. Sostatt vísa tølini greitt, at fleiri útisetar ætla at seta búgv í Føroyum aftaná loknan lestur.
Eftirmetingar vísa eisini, at á hvørjari starvsstevnu fáa umleið 15% bjóða eitt ítøkiligt starv ella uppgávu – hetta svarar til 60-80 fólk, sum upp á ein seinnapart fáa eitt ítøkiligt tilboð frá føroyska arbeiðsmarknaðinum. Vanliga er býtið millum kvinnur og menn rættuliga javnt, og uml. 75% av teim vitjandi eru millum 23 og 38 ár.
Jobmatch verður í ár netinum vegna korona, og føroyski vinnugeirin er framvegis sera áhugaður at koma á tal við føroyingar, sum sóknast eftir nýggjum avbjóðingum. Knapt hálvhundrað fyritøkur og stovnar bjóða seg fram á nýskapandi talgilda pallinum, sum er karmur um ársins starvsstevnu.
Jobmatch byrjar týsdagin 29. desember kl. 12, og til ber at skráseta seg og bíleggja JobPrát longu nú á jobmatch.fo.
Kelda: Jobmatch eftirmetingar frá luttakarum 2012-2019