13. desember 2021

Fekk lestrarstarv hjá Bakkafrost gjøgnum Jobmatch

”Uttan at hava avtala eina tíð til Jobmatch 2016 fekk eg 5 minuttir av tíðini hjá fíggjarleiðaranum hjá Bakkafrost, og 3 mánaðar seinni hevði eg lestrarstarv á fíggjardeildini hjá Bakkafrost”

Eg fortaldi um meg sjálvan, og at eg ikki leitaði eftir einum fulltíðarstarvi, tí eg nokk kom at lesa eini 4 til 5 ár fram. Men eg var áhugaður í einum lestrarstarvi á nakrar tímar um vikuna ella at koma inn í styttri tíðarskeið, tá meir var at gera enn vanligt.

Hóast arbeiðsbyrðan ofta kann vera stór undir lestrinum, so meti eg, at eitt viðkomandi lestrarstarv heldur hjálpir uppá støðuna enn at ganga útyvir lesnaðin. Í lestrarstarvinum kann tann lesandi nýta sína ástøðiligu vitan í praksis og kjakast um evnir frá lestrinum.

Tað snýr seg líka nógv um hjá tí lesandi at vísa seg fram, sum hjá vinnulívinum at leita eftir lesandi til eitt lestrarstarv. Eisini snýr tað seg um at skapa eitt samband við arbeiðsmarknaðin, hóast tann lesandi ikki ynskir eitt starv her og nú.

Lesturin var liðugur í juni 2021, og tá skifti eg lestrarstarvið út við eitt fulltíðarstarv á fíggjardeildini hjá Bakkafrost.

Jógvan Zachariasen/Bakkafrost