FAST STARV EFTIR STARVSPRÁT Á JOBMATCH
Í 2023 bílegði Johan eitt starvsprát við Betri Trygging á Jobmatch Faroes, sum førdi við sær, at Johan varð settur í eitt verkætlanarstarv – og hevur í dag fast starv á skaðadeildini, har hann stórtrívist
“Eitt 15 min. prát millum jól og nýggjár byrjaði mína yrkisleið hjá Betri Trygging, sum er eitt fantastiskt arbeiðspláss – bæði fakligt og sosialt. Vit hava sera góðar sømdir – hava t.d. bara 35 tíma arbeiðsviku, fulla løn undir barsil, góða kantinu og nógv sosial tiltøk”, sigur Johan Ellingsgaard.

