22. desember 2022

Fá vinnuligar royndir við starvsvenjing

Í dag er tað fleiri, sum nýta høvið til at fara í starvsvenjing hjá onkrum felagi, meðan tey eru undir lestri, og tað eru tað nógvar góðar grundir til.

Við starvsvenjing fært tú viðkomandi royndir innan fyri títt fakliga øki, áðrenn tú ert liðugur við tín lesnað. Hesar royndir eru við til at styrkja títt lívsrens, sum er ein stórur fyrimunur, tá tú skalt út at finna tær títt fyrsta starv, eftir at tú er liðugt útbúgvin.

Harumframt fær man við slíkum royndum eina betur hóming av, hvat arbeiðsgevarin væntar av einum, tá lesnaðurin er liðugur, og man skal byrja á sínum fyrsta ‘rættuliga’ starvið. Eisini fært tú eina fatan av, hvussu fyritøkur arbeiða í praksis.

Eyðsæð er eisini, at tú gjøgnum starvsvenjingina fært krøkt tí ástøðiligu vitanina til arbeiðið í praksis innan fyri títt fakøki. Harumframt fært tú eisini uppbygt tær eitt størri netverk innan fyri ta økið, tú hevur lisið, umframt at tú uppbyggir tær eitt størri vinnuligt netverk.

Nógvir av luttakarunum á Jobmatch vilja fegnir hava lesandi í starvsvenjing. Bílegg JobPrát við hesar, og fá høvið til at nýta tína ástøðiligu vitan í praksis.