14. desember 2019

Ein spennandi starvsvenjing

Tað var mestsum av tilvild at eg yvirhøvur fór á Jobmatch í fjørð. Eg hevði ongar ítøkiligar ætlanir um at flyta heim aftur til Føroyar, so eg visti ikki heilt hvat eg skuldi gera á eini tílíkari ráðstevnu – Men forvitni dróg. Eg eri tó sera glað fyri at eg fór, tí á Jobmatch fekk eg eitt gott prát við Ivan, sum er stjóri í Kringvarpinum. Mær dámdi so væl, tað eg hoyrdi, at eg endaði við at fara í starvsvenjing í Kringvarpinum og so havi eg júst fingið starv á tíðindadeildini.

Eg lesi á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole í Aarhus og starvsvenjingin lá fyri framman. Tí visti eg, at um eg skuldi tosa við nakran hendan dagin, so skuldi tað nokk vera Kringvarp Føroya. Í dag eri eg glað fyri at eg fór, annars var eg nokk ikki flutt heim og eg hevði nokk heldur ikki starvast við nøkrum so spennandi, sum eg geri nú.

So til tín, ið umhugsar at fara, men ikki er heilt vísur: Far bara. Hav eitt opið sinn og práta við fleiri ymisk. Um ikki annað, so møtir tú sikkurt fleiri gamlar kenningar.