Brynhild fann nýggjar avbjóðingar hjá TAKS
Brynhild Høgnadóttir hevur eina fjølbroytta starvsleið og líka so fjølbroyttar gávur. Góða kontakt, skipað, roynd, djørv og vitanarsøkjandi – og tað var júst tað, sum okkum tørvaði, tá vit lýstu eftir einum prosessmennara, sum kundi skjalfesta og styrkja allar mannagongdirnar hjá okkum.
“Tað liggur í DNA’num hjá TAKS, at stovnurin hevur nógva beinleiðis kontakt við borgarar og vinnulív. At lýsa hetta økið og síggja, hvussu stovnurin kann útinna hesa kontaktina best, samstundis sum at tað fakliga er í ordan, tað er ein sera spennandi og avbjóðandi uppgáva. Eg visti satt at siga ikki, at TAKS var eitt so fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss, og at stovnurin hevur so nógvar starvsmøguleikar at bjóða. So heilt avgjørt ein møguleiki hjá teimum, sum vilja royna nýggjar leiðir.“