24. desember 2021

Borgarstjóri fann starv á Jobmatch

Á heysti í 2020 var kommunuval, og Jóhan Christiansen valdi ikki at stilla upp aftur. Tá hevði hann verið borgarstjóri í Eystsurkommunu í 12 ár. Hann vildi royna okkurt annað, og á talgilda Jobmatch tiltakinum sá hann stravslýsing frá Ocean Rainforest. Jóhan bílegði eitt JobPrát, og tann 1. februar í ár byrjaði hann sum leiðari fyri taralingini á sjónum.

”Jobmatch vísti mær á starvsmøguleikar, sum eg ikki hevði gáa um frammanundan” sigur Jóhan. “Eg vil avgjørt viðmæla fólki at royna Jobmatch – eisini teimum, ið hava royndir, og sum hava hug at royna nýggjar starvsmøguleikar”.