19. desember 2022

Bílegg JobPrát – tað riggar!

KT fyritøkan STÝR hevur luttikið á Jobmatch síðani 2019. Á Jobmatch 2020 bílegði Steinar, sum var búsitandi í Keypmannahavn, eitt talgilt JobPrát við STÝR. Hann var tá í starvi í Danmark, men høvdu unnustan og hann tosað um at flyta heim eftirfylgjandi summar, eftir at hon eisini varð liðug við lesnaðin. JobPrátið við STÝR gekk somikið væl, at uppfylgjandi samrøða varð gjørd. Hálvt ár seinni flutti hann til Føroyar og byrjaði at arbeiða innan eitt heilt nýtt øki hjá STÝR innan Microsoft Power Platform.

Eftir Jobmatch 2021 varð víðkað um Power Platform toymið, tá Jákup Petur Bærentsen bílegði eitt JobPrát við STÝR. Eisini Olga Maria hevði skrásett seg sum vitjandi á Jobmatch 2021, og eftir at tey á STÝR høvdu gjøgnumgingið vangarnar hjá teim skrásettu vitjandi, bíløgdu tey eitt JobPrát við Olgu Mariu. Hennara vangi sá út til at hava júst tann profilin, sum manglaði í toyminum, og byrjaði hon í fyritøkuni á vári 2021.

“Vit trý eru á einum málið um, at møguleikin at kunna bíleggja eitt JobPrát við ein møguligan arbeiðsgevara er ein góður inngangsvinkul til eitt potentielt nýtt starv. Hetta hevur rigga sera væl hjá okkum”.