Bílegg eitt JobPrát longu nú
Fyrireikingarnar til #Jobmatch2019 eru farnar í gongd, og er tað longu nú møguligt at bíleggja sær eitt JobPrát. Eitt JobPrát er ein gyltur møguleiki at koma á tal við teir luttakarar, tú heldur vera áhugaverdar.
Knapt 60 luttakarar umboðandi eitt sera breitt úrval av arbeiðsgevarum frá bæði tí privata og almenna geiranum, innan framleiðslu, handverk, tænastu, fyrisiting og nógv annað luttaka á Jobmatch. Á heimasíðuni www.jobmatch.fo ber til at bíleggja sær eitt JobPrát umframt kunna seg um einstaka luttakaran.
Jobmatch starvstevnan verður leygardagin 28. desember i Norðurlandahúsinum. Tað er ókeypis at vitja Jobmatch.