22. desember 2019

Benjamin Deveci kom í samband við Formula á Jobmatch 2018

’’Jobmatch er ein gyltur møguleiki at samskifta við fleiri fyritøkur innan stutta tíð. Tað eina prátið førdi við sær eina avtalu um starvsvenjing og høvuðsuppgávu. Tá ið starvsvenjingin varð liðug, stóð arbeiði mær í boði.’’

Eg lesi International Sales & Marketing á UCN í Aalborg, og vit høvdu fingið at vita, at tað var umráðandi, at vit fóru tíðliga út at leita eftir einum staði at fara í starvsvenjing. Eg visti so mikið, at eg ætlaði mær til Føroyar at royna meg, men eg hevði ikki avgjørt, hvar eg vildi søkja. Tað vóru fleiri spennandi fyritøkur í Føroyum at velja í, men eg var noyddur at finna eina, har eg slapp at royna meg og sum passaði til mín.

Meðan eg var heima í jólafrí, sá eg eina lýsing frá Jobmatch, um at fleiri fyritøkur sóknaðust eftir at fáa lesandi í starvsvenjing. Eg hugsaði, at hetta var ein gyltur møguleiki fyri meg at koma í samband við fleiri fyritøkur innan eitt stutt tíðarskeið – og um eg ikki fann eitt starvsvenjingarstað, so hevði eg fingið samband við tað føroyska vinnulívið. Á Jobmatch hevði eg eitt spennandi prát við umboð frá Formula, og endaði hetta við, at eg fór í starvsvenjing á Virkisloysnum hjá Formula. Eftir starvsvenjingina fekk eg bjóðað at starvast fulla tíð hjá Formula.

Jobmatch gjørdi, at tað var lættari fyri meg at samskifta við fleiri fyritøkur á einum staði og at tosa við røttu persónarnar. Jobmatch gjørdi, at eg slapp framat í einari fyritøku, har eg slapp at royna meg og at menna mínar førleikar