3. desember 2018

Á Jobmatch tryggjaði eg mær læruplássið!

Johannes H. T. Johansen var komin heim til Føroya, eftir at hava fingið jólafrí frá KT lesnaðinum í Danmark. Í samband við lesnaðin hevði hann tørv á einum KT-læruplássi, og valdi tí at luttaka á Jobmatch 2017.

“Av tí at eg stóð og manglaði eitt lærupláss í samband við lesnaðin niðri, mæltu foreldur og vinir mær at luttaka á Jobmatch. Eg fyrireikaði meg við at seta meg inn í, hvat tað innibar fyri eina fyritøku at fáa ein KT-lærling.”

Jóhannes meldaði seg til Jobmatch beint áðrenn freistin var úti. Hann nýtti høvið at bíleggja JobPrát við fleiri av luttakarunum.

“Eg visti ikki rættuliga áðrenn, hvat eg leitaði eftir. Eg valdi at tosa við allar, sum høvdu nakað við KT at gera. Synack var ein av fyritøkunum eg prátaði við, og longu á Jobmatch avtalaðu vit, at eg eftir Jobmatch skuldi koma oman á skrivstovu teirra til eitt longri prát. Innan fyri ein mánað høvdu vit avtalað, at eg skuldi byrja í læru hjá teimum.”

Hvat vilt tú viðmæla øðrum, sum ætla at luttaka á Jobmatch 2018, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 28. desember?

“Man skal vera opin fyri øllum møguleikum – eisini í mun til fyritøkur, sum ein kanska ikki heldur síggja so spennandi út, ella kanska ikki síggja út av so nógvum. Royn alt, tí man kann ikki vera sikkur í, at tað man helst vil, er tað man fær. Eg bleiv positivt yviraskaður yvir Synack, tí tað var faktisk eitt nógv betur stað, enn eg hevði forvæntað – eisini í mun til nøkur av hinum læruplássunum, eg hevði kunna fingið.”