26. desember 2025

Forvitnisligir fyrilestrar á Jobmatch 2025

Á Jobmatch 2025, sum verður hildið týsdagin 30. desember, verða fleiri spennandi fyrilestrar á skránni. Umframt møguleikan at hitta arbeiðsgevarar og knýta nýggj sambond, fáa tey vitjandi eisini fakligan íblástur og innlit í arbeiðsmarknað, starvsinnleiðslu og starvsmenning.

Dagurin byrjar kl. 12.00, tá dyrnar opna. Síðani verður tann fyrsti fyrilesturin kl 12.40, tá Tórshavnar kommuna leggur fram verkætlanina Nýggj í starvi og greiðir frá, hvussu tey skipa eina góða innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum. Kl. 13.00 seta Hagstovan, Landsbankin og Gjaldstovan sjóneykuna á framtíðar føroyska arbeiðsmarknaðin og greina gongdir innan flyting, kyn og arbeiðsmegi. Hetta er ein framløga til øll tey, sum hava áhuga í føroyskum samfelagsviðurskiftum.

Seinni á degnum greiðir SEV kl. 14.00 frá, hvussu nýggj starvsfólk fáa bestu byrjanina í starvinum, meðan Granskingarráðið kl. 14.40 gevur góð ráð um umsóknir um stuðul til ph.d.-verkætlanir. Síðsti fyrilesturin verður kl. 15.00 har HR-leiðarin frá Føroya Tele kemur at geva okkum góð ráð í mun til, hvussu man skrivar eina góða umsókn, CV og og líknandi.

Allir fyrilestrarnir verða hildnir í hølinum Fransatoftir, sum hevur inngongd frá kaféini og svalanum.

Jobmatch 2025 bjóðar sostatt bæði til netverking og fakligan íblástur. Melda til starvsstevnuna inni á Jobmatch.fo og kom og fá tær íblástur í mun til starvsleiðina, gransking og framtíðar føroyska arbeiðsmarknaðir.

Tað er ókeypis at vitja Jobamatch!