Fulltrúi til Heilsu- og umsorganarfyrisitingina

Tórshavnar kommuna


Starv sum fulltrúi í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini er leyst at søkja
Heilsu- og umsorganarfyrisitingin í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum ágrýtnum og fakliga sterkum fulltrúa at styrkja fyrisitingarliga arbeiðið á økinum. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum trívist við fjølbroyttum fyrisitingarligum uppgávum og vil vera við til at menna tænasturnar til teir borgarar, sum hoyra til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og kunnu fevna um øll øki, sum fyrisitingin arbeiðir við. Heilsu- og umsorganarfyrisitingin umsitur m.a. kommunulæknaskipanina eftir galdandi løgtingslóg, serflutningsskipanina, heilsufrøðiskipanina og kommunalu barnatannrøktina.

Harafturat umsitur fyrisitingin eisini heilsu- og umsorganartænastuna, sum sambært lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m skipar og veitir allar tænastur og øll tilboð innan eldraøkið.

Sum fulltrúi í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini fert tú at arbeiða við málsviðgerð, hava samband við borgarar, gera mál klár til politiska støðutakan, vera við til at seta politiskar samtyktir í verk og vera við í ymsum verkætlanum. Av øðrum uppgávum kunnu nevnast:

Góðkenna rokningar

  • Umsita sáttmálar og leigusáttmálar
  • Gera almenn útboð og tilboðsfyrispurningar
  • Gera málslýsingar til politiska støðutakan
  • Samskifta við kommunulæknar og Gigni um m.a. keyp av innbúgvi
  • Umsita kommunulæknaavloysarar og summarferiuavloysarar
  • Hoyringssvar og innlitisumbønir
  • Umsita Eldraráðið í Tórshavnar kommunu
  • Ad-hoc uppgávur
  • Aðrar uppgávur kunnu verða lagdar aftrat starvinum.

Tú fer eisini at hava samband við borgarar, avvarðandi, starvsfólk á eldraøkinum og miðfyrisitingini, politisku skipanina og tætt samstarv við starvsfelagar.

Starvsstaðið er í hølunum í gamla posthúsinum á Vaglinum. Í fyrisitingini starvast tveir fulltrúar, ein dygdarmennari, eitt verkætlanarstarvsfólk, tveir skrivarar og ein deildarleiðari.

Vit ynskja okkum ein fulltrúa sum:

  • Arbeiðir sjálvstøðugt og er væl skipað/ur
  • Hevur góða fyrisitingarliga fatan
  • Hevur góða fatan av og innlit í politiskar tilgongdir
  • Er væl skipaður, røkin og hevur gott yvirlit
  • Dugir væl at skriva

Førleikakrøv
Útbúgving innan almenna fyrisiting ella aðra viðkomandi útbúgving á bachelor ella master stigi.

Royndir innan almenna ella kommunala fyrisiting kann vera ein fyrimunur. Umframt innlit í heilsu- og umsorganarøkið.

Setanarviðurskifti
Starvið er lønt eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jørgen Meitilberg, deildarleiðara, telefon 79 00 21 ella teldupost jorgenm@torshavn.fo

Umsókn
Umsókn saman við CV og viðkomandi prógvum skal sendast til Tórshavnar kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta her.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 9. januar 2026.

————–

Heilsu- og umsorganartænastan skal røkja tær uppgávur, sum álagdar eru kommununi sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt og annað samsvarandi politisku málsetningum hjá býráðnum í »Virkin og vakin alt lívið«.

Umframt yvirskipaða umsiting, ið umsitur kommunulæknahølir, serflutning, stuðulsskipan til tiltøk innan almanna- og heilsumál og eldraøkið, er Heilsu- og umsorganartænastan skipað í trimum eindum við hvør sínum leiðara, umframt eina fyristingarliga deild við einum deildarleiðara. 

Eindirnar fevna millum annað um eldrabústovnar, heimarøkt, heimasjúkrarøkt til annar borgarar og tilboð og tænastur til fólkapensjónistar. 

Endamálið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er at veita so góða og virðiliga tænastu sum gjørligt innan givnu karmar til teir borgarar sum hoyra til Heilsu- og umsorganartænastuna.



Les meira