Leiðari til námsfrøðiliga toymið á Barna- og ungdómsdeildini

Tórshavnar kommuna


Brennir tú fyri námsfrøðiliga serøkinum og hevur hug og hegni at leiða einari sterkari fakdeild í Tórshavnar kommunu? Vit leita eftir einum ágrytnum leiðara, sum megnar at standa á odda fyri nýhugsan innan námsfrøðiliga ráðgeving og serøkið á Barna- og ungdómsdeildini.

Tórshavnar Kommuna søkir eftir leiðara til Námsfrøðiliga toymið á Barna- og ungdómsdeildini at byrja 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin hevur dagstovnaøkið um hendi við støði í løgtingslógini um dagstovnar og dagrøkt. Harundir eisini frítíðarskúlar og ungdóms- og virkishús.

Týðandi partur av virksemisøkinum er harumframt at veita námsfrøðilig tilboð og ráðgeving til børn í útsettum støðum. Barna- og ungdómsdeildin veitir eisini námsfrøðiliga ráðgeving til stovnar um til dømis námsætlanir, royndar- og menningarvirksemi, inklusjón og annað.

Starvsstaðið er á Barna- og ungdómsdeildini, men ein partur av arbeiðsuppgávunum ganga fyri seg úti á og saman við einstøku dagstovnunum.

Um starvið
Leiðarin hevur ábyrgd av at leiða fakliga toymi á Barna- og ungdómsdeildini, sum veitir dagstovnunum námsfrøðiliga ráðgeving og dygdarmenning. Í toyminum starvast í løtuni  4 námsfrøðiligir ráðgevar og 2 dygdarmennarar.

Harumframt hevur leiðarin fíggjarliga og umsitingarliga ábyrgd av Stuðulsgrunni, sum veitir stuðul til børn í útsettum støðum.

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu. Ein leiðara, ið vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðin er í miðdeplinum. Vit ynskja ein leiðara, ið ynskir menning – bæði sjálvmenning og menning fyri toymið.

Samstundis er tað umráðandi, at tú dugir at samantvinna yvirskipaða leiðslusetningin við gerandisnærlagni – nærlagni í mun til tíni starvsfólk, í mun til  stovnarnar og ikki minst nærlagni til børnini, sum deildin varðar av.

Tú kemur eisini at arbeiða tætt saman við eindarleiðarum, stovnsleiðarum og  deildarleiðaran á Barna- og ungdómsdeildini, ið millum annað hevur til uppgávu at kveikja og stuðla tær í tínum gerandisdegi.

Starvsinnihald

  • Hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum í Námsfrøðiliga toyminum
  • Hevur fíggjarliga ábyrgd av Stuðulsgrunninum
  • Hevur ábyrgd av sernámsfrøðiliga virkseminum, herundir serstovum
  • Hevur ábyrgd av at tryggja at virksemi verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • Hevur ábyrgd av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • Hevur ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum

Førleikakrøv
Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur, hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika. Harumframt ert tú virðilig/-ur, eyðmjúk/-ur og lurtandi í tíni leiðslu. Tað er umráðandi, at tú ert samstarvssinnað/-ur og tilvitað/-ur um týdningin av góðum, greiðum og erligum samskifti.

Tú mást megna at samstarva og sjálvstøðugt taka avgerðir. Harumframt krevur starvið, at tú:

  • Dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða, kveikja, hava heildaryvirlit og at tú sært møguleikar framum forðingar
  • Megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á barna- og ungdómsøkinum
  • Hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva starvsfólkunum sparring, bæði í mun til einstaka barnið og samlaða bólkin
  • Dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar og aðrar samstarvspartar

Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. mars 2026 ella eftir avtalu. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið sum leiðari á stórum stovni lønarstigini 31, 33 og 35.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Samband
Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Jan M. Laursen, leiðara á Barna- og ungdómsøkinum, á telefon 30 20 10.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her, og senda okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari í seinasta lagi hósdagin 8. januar 2025.

———

Dagstovnaøkið er skipað undir trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu og víðari undir leiðslu av deildarleiðaranum á Barna- og ungdómsdeildini. Leiðarin í Námsfrøðiliga toyminum vísir tí til deildarleiðaran á Barna- og ungdómsdeildini.

Dagstovnaøkið er víðari skipað við 37 dagstovnaleiðarum í miðalstórum og smærri stovnum við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á dagstovnaøkinum arbeiða umleið 700 starvsfólk, og umleið 3.000 børn eru knýtt at virkseminum undir Barna- og ungdómsdeildini við einum samlaðum játtanarkarmi uppá umleið 300 mió. kr. 



Les meira