Arbeiðsleiðari til betongarbeiði

ArtiCon


Arbeiðsleiðari til betongarbeiði hjá ArtiCon
Kundi tú hugsað tær eina spennandi og avbjóðandi yrkisleið í ArtiCon? Vit leita eftir einum arbeiðsleiðara at ganga á odda í okkara framleiðslu av betongarbeiði. Tú kemur at leiða eitt toymi av dugnaligum arbeiðsfólki, sum hava royndir við betongarbeiði, og tey bíða spent eftir tær at byrja.

Vit sóknast eftir einum arbeiðsleiðara, ið gongur høgt uppí dygd og trygd, og sum á ein natúrligan hátt skapar trivnað millum síni starvsfólk.

Sum arbeiðsleiðari kemur tú millum annað at hava ábyrgd av at fylgja arbeiðsætlanini, tryggja at neyðuga byggitilfarið altíð finst á plássinum, og at neyðugu amboðini altíð eru tøk. Tú skal tryggja, at starvsfólkið hevur teir førleikar, sum krevjast, fyri at gera sítt arbeiði.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Nútímans útgerð.
  • Eitt fjølbroytt  og gott arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi
  • Persónlig og fakliga førleikamenning.
  • At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.
  • Spennandi og fjølbroyttar uppgávur.

Vit vænta, at tú

  • dugir væl við fólki og dámar væl at ganga á odda
  • hevur royndir við betongarbeiði
  • fer eftir at náa settar málsetningar
  • ert álitisvekjandi og atkomulig/ur
  • hevur góð samstarvsevnir

Lønin og setanartreytir

Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Tú kanst søkja starvið her



Les meira