Arbeiðsfólk til verklagsarbeiði

ArtiCon


Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi, har tú fært nýggjar avbjóðingar hvønn dag?
Vit leita eftir álítandi og arbeiðssomum starvsfólki til ymisk verklagsarbeiði á okkara byggiplássum. Tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum og fáa møguleika at mennast í einum tryggum og skipaðum arbeiðsplássi.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
  • Nútímans útgerð.
  • Eitt fjølbroytt  og gott arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Persónlig og fakliga førleikamenning.
  • At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæði persónliga, sosialt og fakliga.
  • Spennandi og fjølbroyttar uppgávur.

Arbeiðsøkini innan verklag er

  • Seta kantsteinar
  • Leggja rør
  • Hegna og laða grótgarðar
  • Fríðkan og gróður.
  • Grótlaðing
  • Maskinførari
  • Betongarbeiði
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tín vangamynd

  • er røkin og álítandi
  • er arbeiðsom/-samur
  • hevur góð samstarvsevnir
  • Trívist væl at arbeiða úti

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Søk starvið her



Les meira