Bárður flutti heim eftir 20 árum í Danmark – og fann rætta starvið hjá Formula
Tá ið føroyski arbeiðsmarknaðurin og arbeiðsgevarar hittast á Jobmatch, kann nógv spennandi henda. Tað gjørdi tað eisini fyri Bárð, sum eftir meira enn 20 ár í Danmark fann veg heim aftur til Føroyar – og heilt natúrligt endaði hjá Formula.
Tvey góð prát á Jobmatch
Bárður hevði búð í Danmark stóran part av sínum vaksna lívi, har hann bæði tók útbúgving og arbeiddi í ymiskum fyritøkum. Hann starvaðist m.a. hjá Fitness World og TestaViva, har hann fekk drúgvar royndir innan menning og rakstur.
Á Jobmatch fyri nøkrum árum síðani hevði Bárður í fyrsta umfari eitt gott prát við umboð hjá Formula, men tá var heimflytingin ikki heilt á gáttini enn. Men tað broyttist.
Grundstykki gjørdi ætlanina ítøkiliga
Tá ið Bárður seinni fekk eitt grundstykki í boði frá Tórshavnar kommunu, gjørdist ætlanin um at flyta heim aftur nógv meira ítøkilig. Tí valdi hann at venda aftur til básin hjá Formula í øðrum umfari á Jobmatch 2024. Har helt góða prátið fram – og tað gjørdist greitt fyri Bárði, at Formula bæði arbeiddi við spennandi menning og hevði eitt arbeiðsumhvørvi, sum hóvaði honum væl.
Søkti starv – og gjørdist partur av toyminum
Eftir seinna prátið fekk Bárður veruliga áhuga fyri at koma í starv hjá Formula. Stutt eftir søkti hann starvið, sum var lýst leyst, og í 2025 gjørdist hann partur av Formula-toyminum.
“Prátið við Formula var positvt frá fyrsta degi. Tað kendist professjonelt, menniskjaligt og spennandi – og tí valdi eg at søkja starvið. Eg eri sera fegin um at vera komin heim og at arbeiða á einum arbeiðsplássi, sum vil menna og flyta seg framá,” sigur Bárður.
Heim aftur við nýggjum møguleikum
Við fleiri ára royndum úr Danmark og einum nýggjum grundstykki í Føroyum tekur Bárður nú næsta stigið í yrkislívinum – heima í Føroyum og í einum toymi, har hann kann gera sítt íkast til talgildu menningina her á landi og úti í heimi. Bárður arbeiðir sum mennari á Totalview-toyminum hjá Formula, har hann er við til at menna eina skipan, sum ikki einans er nógv brúkt í Føroyum, men sum eisini veruliga hevur fingið fótin fastan uttanlands. Sostatt er Bárður nú við til at menna eina loysn, sum ger mun fyri fleiri túsund brúkarar – bæði føroyskar og altjóða brúkarar.

