Nema søkir eftir netumsitara
NEMA
Ert tú áhugaður í KT og dámar at arbeiða við netverk og trygd?
Vit leita eftir einum eldhugaðum netverksteknikara, sum vil vera við til at tryggja, at netverk og sambond hjá okkara kundum virka trygt, og støðugt. Tú verður partur av einum sterkum netverks-toymi, har tú bæði fært ábyrgd og møguleikan at læra nýggjastu tøknina. Her arbeiða vit við at seta upp, stýra og viðlíkahalda KT- og netverksloysnir hjá kundum kring alt landið.
Í okkara fyritøku, verður tú partur av einum samstarvssinnaðum serfrøðingatoymi við møguleikanum at menna eina lønandi yrkisleið á tøkniliga økinum.
Tínar fremstu uppgávur vera
· Uppseting og feilrætting av netútgerð – serliga Fortinet og aðrari netverksútgerð
· Umsiting av switchum, beinarum og firewalls
· At tryggja trygd og góðsku í netverksloysnum
· At geva ráðgeving og tænastu til kundar og starvsfelagar
· At luttaka í KT-verkætlanum og betra um netverksumhvørvið hjá kundum.
Vit vænta tí, at tú
· Hevur áhuga fyri KT og netverkstøkni og dámar at læra nýtt
· Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
· Dugir at samskifta og samstarva bæði við kundar og toymið
· Hevur royndir við Fortinet, firewalls ella netinstallatiónum ella ynskir at læra tað
· Útbúgving innan KT/netverk er ein fyrimunur, men ikki krav.
Afturfyri bjóða vit
· Eitt fjølbroytt og spennandi starv við nógvari ábyrgd og menningarmøguleikum
· Arbeiði við nýggjastu net- og trygdartøkni og KT-loysnum
· Góðan arbeiðsanda og eitt sterkt toymi, har vit hjálpast at
· Góðar møguleikar fyri fakligari menning
· Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum
Um Nema
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.
Løn og setanartreytir
Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við KT stjóra, Frankie Jensen á tlf: 50 20 90 ella við at senda ein teldupost til fje@nema.fo. Tú kann eisini bílegg eitt JobPrát við okkum. So kunnu vit tosa nærri um hetta á Jobmatch.
Tit kunnu søkja starvið her

