Nema søkir eftir DevOps mennara

NEMA


Ert tú klár/ur til at byggja álítandi, trygt og skalerbart infrakervi, sum kann lyfta vøksturin hjá okkum? So vilja vit fegin hoyra frá tær!

Um starvið
Sum DevOps mennari hjá Nema fert tú at hava ein lyklaleiklut í at tryggja, at hýsingarumhvørvi okkara er álítandi, trygt og kann skalerast. Tú fert at samstarva tætt við toymið innan infrakervið, forritan og produktmenning fyri at levera automatión, tekniskan stuðul og infrakervis-serkunnleika.

Tín uppgáva er at menna, stýra og optimera Azure umhvørvið hjá Nema og egin hýstu Kubernetes klustrini, samstundis sum tú tryggjar sporføri (logging) og eftirlit (monitoring), sum stuðla krøvum til compliance og trygd.

Við at varðveita høg tryggleikakrøv og optimera arbeiðsgongdir, verður tú við at menna eitt sterkt undirstøði, bæði fyri trygdardrivnan rakstur og nýhugsandi vørumenning.

Tínar fremstu uppgávur vera

Infrakervi og rakstur
· Menna og viðlíkahalda Azure-grundarlagið hjá Nema
· Menna og viðlíkahalda Kubernetes klustrini
· Automatisera deployment arbeiðsgongdirnar fyri at økja um effektivitet og álítandi rakstur
· Tryggja høgan tøkleika (high availability) og góða veiting í øllum produktiónsumhvørvum
· Kanna og innføra nýggjar mannagongdir til hýsingar umhvørvið fyri at tryggja framtíðar viðlíkahald og møguleika at skalera

Logging, monitoring og compliance
· Innføra, viðlíkahalda og betra um logging- og monitoring-loysnir, so fult gjøgnumskygni er í skipanunum

Trygd og álítandi rakstur
· Áhaldandi menna trygdarkarmarnar fyri infrakervi, deploy-mannagongdir og dagligan rakstur
· Fylgja við, finna og loysa veikleikar (vulnerabilities) í umhvørvum okkara

Tvørfakligt samstarv
· Samstarva tætt við menningar-, infrakervis-, og produkt toymið fyri at tryggja ómaksleysar sleppingar og samsvar við infrakervið
· Geva vegleiðing um best practice innan infrakervi og arkitekturval
· Luttaka í planlegging og samskipan sum infrakervis- og DevOps-serfrøðingur.

Vit vænta tí, at tú
· Hevur próvførdar royndir sum DevOps-mennari, við kunnleika til Azure og Kubernetes
· Hevur roydnir innan CI/CD-pipelines
· Er kendur við logging-, monitoring- og observability-plattformum
· Hevur framúr samstarvsevni tvørfakligt – bæði við teknisk og ikki-teknisk toymi
· Hevur konstruktivan, analytiskan og trupulleikaloysandi hugsunarhátt við denti á álítandi rakstur og compliance.

Afturfyri bjóða vit
· Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd
· Samstarv við eitt sterkt mennaratoymi í einum fleksiblum arbeiðsumhvørvi
· Góðar møguleikar fyri fakligari menning
· Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum
· Góða kantinu og starvsfólka tiltøk árið runt

At leggja afturat
Hóast vit hava lýst nakrar kjarnufortreytir til leiklutin, so er tað ikki eitt krav, at tú lúkar øll. Vit leggja dent á at rúma ymiskar royndir og førleikar. Hevur tú bara ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja – her eru nógvir møguleikar fyri fakligari menning og vøkstri.

Um Nema
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.

Løn og setanartreytir
Fasta arbeiðsplássið verður í Nema deildini í Klaksvík. Vit bjóða góðan fleksibilitet í mun til, hvar tú arbeiðir frá og eisini er møguleiki at arbeiða á deildini í Tórshavn, tá tørvur er á tí. Løn verður sambært avtalu.

Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til menningarstjóra, Jákup Toftum Luid, á teldupost jtl@nema.fo ella bílegg eitt JobPrát við okkum. So kunnu vit tosa nærri um hetta á Jobmatch.

Tú kanst søkja starvið her



Les meira