21. desember 2018

61 arbeiðsgevarar undir sama taki

Á Jobmatch starvstevnuni í næstu viku ber til at koma á tal við 61 arbeiðsgevarar, sum umboða ein breiðan hóp av føroyska arbeiðsmarknaðinum, t.d innan handverk og byggivinnu, ali- og fiskivinnu, ferðavinnu, fyrisiting, búskap og løgfrøði, heilsuverk, gransking, kunningartøkni o.a.  Til ber at kunna seg um einstøku fyritøkurnar og stovnarnar á heimasíðuni jobmatch.fo.

Á heimasíðuni ber eisini til at bíleggja eitt “JobPrát” við ein ella fleiri arbeiðsgevarar. Eitt “JobPrát” er ein óbindandi styttri samrøða, har til ber at kunna seg um møguleikar og at greiða frá um seg sjálva/n. “Um eg skal geva fólki, sum koma á Jobmatch nøkur ráð, so er tað, at man ikki skal vera bangin fyri at fara til básarnar og tosa við umboð fyri fyritøkurnar. Tey eru har til tað sama. Um ein ynskir at tosa við onkran, sum arbeiðir innanfyri eitt ávíst øki, er tað skilagott at bíleggja sær eitt prát áðrenn” sigur Rói Christiansen, ið arbeiðir sum lívfrøðingur á Bakkafrost.

Jobmatch starvsstevnan verður fríggjadagin 28. desember i Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis fyri vitjandi.