Um okkum

Syntesa

Fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og menning av tí føroyska samfelagnum var farið undir at menna tiltakið Jobmatch í 2008.

Endamálið við at fyriskipa eina slíka starvsstevnu var at gera tað møguligt at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild.

Í 2015 bleiv málbólkurin víðkaður til eisini at fevna um útbúgvin fólk við royndum, tvs. tey sum sita í starvi nú, men sum hava áhuga í at kunna seg um nýggjar møguleikar.

Katrin I Gregersen, ráðgevi í Syntesa, er samskipari av Jobmatch. Hon er at hitta á 233081 ella á t-post katrin@syntesa.fo

Stýrisbólkur

Í stýrisbólkinum sita umboð fyri Tórshavnar kommuna, Vinnuhúsið, Altjóða Skrivstovan undir Fróðskaparsetrið Føroya (ASK) og Megin Felag føroysku Studenta (MFS)