Vit sóknast eftir einum dugnaligum og nýskapandi farmaseuti til at arbeiða við kliniskari farmasi á sjúkrahúsinum og á Tjaldurs Apoteki

Apoteksverkið


Klinisk farmasi er í støðugari menning, og vit hava tørv á nýggjum kreftum til at lyfta kliniskar farmaseutiskar uppgávur í  apoteks- og heilsuverkinum.

Uppgávurnar eru :
0  Klinisk farmaci í sjúkrahúsverkinum í  ½ tíð
o   Heilivágstænastu og skynsom farmakoterapi
o   Ráðgeving á deildunum á Landssjúkrahúsinum um heilivág
o   Loysa logistiskar uppgávur
o   Viðlíkahald av heilivágsskipan
o   Undirvísing av heilsustarvsfólkum.
o   Ad hoc uppgávur og verkætlanir innan kliniska farmasi
o   Menning av kliniskum farmaseutiskum tænastum millum Apoteksverkið og Sjúkrahúsverkið

Apoteksarbeiði í resepturi og skranka á Tjaldurs Apotek í ½ tíð
o   Faklig ráðgeving og avgreiðsla av viðskiftafólkum.
o   Forskriftaavgreiðslu og kunning til apoteksstarvsfólk og heilsustarvsfólk.
o   Ad hoc uppgávur á apotekinum.

Krøv til umsøkjarin :
0  Hevur stóran áhuga og royndir innan kliniska farmasi
0  Hevur royndir innan apoteksarbeiðið
0  Hevur royndir innan skynsama farmakoterapi
0  Hevur royndir innan kliniska farmasi á sjúkrahúsi og hevur royndir í samskifti við sjúklingar
0  Er tilvitað/ur um góðsku og góðskuskipanir og hevur áhuga í at betra um góðskuna av heilivágsuppgávunum í primera og sekundera geiranum
0  Kunda og tænastusinnað/ur og hevur evni til at skapa góð sambond uppá tvørs av siðbundnum  og fakligum mørkum
0  Hevur royndir í  samstarvi við  onnur heilsustarvsfólk
0  Hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild
0  Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
0  Er framlig/ur og opin
0  Er undangongufólk og trívist við at hava nógvar ymiskar avbjóðingar
0  Tolir broytingar í innihaldi og vavi av arbeiðsuppgávunum
0  Góð samskiftisevni í skrift og talu
0  Hevur staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond

Vit bjóða:

Fast starv
Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðið við fjølbroyttum uppgávum.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til landsapotekaran á tlf. 355200 ella Petur Oluf Joensen, apotekara : E-mail : petur.oluf.joensen(at)apotek.fo ella tlf. 341100

Umsókn við prógvum, c.v og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til

Landsapotekarin
Staravegur 15
Fo-100 Tórshavn

og sendast við telduposti til : landsaporekarin(at)apotek.fo

Umsóknin skal verða landsapotekaranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 31. desember 2018  kl. 12.00



Les meira