Vit søkja eftir laboranti í tíðaravmarkað starv til Patologisku kanningarstovuna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni

Heislufrøðiliga Starvsstovan


Vit bjóða eitt áhugavert og fjølbroytt starv, har tú verður ein týðandi partur í at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit.

Okkara uppgávur fevna m.a. um:

  • at kanna smittu/sjúku í fiski og djórum
  • at kanna mótstøðuføri hjá seyði móti ridluskriða
  • at innkoyra og góðskutryggja nýggjar kanningar
  • Vit nýta framkomnar kanningar, so sum PCR, real-time PCR, sekventering, bioinformatik, NGS, ELISA, IFAT og dyrking av virus á kyknum.

Tú skalt:

  • hava lokið prógv sum laborantur ella aðra tilsvarandi útbúgving
  • duga føroyskt og/ella norðurlendskt í skrift og talu.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við:

  • omanfyrinevndu kanningum
  • góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025
  • vanligum telduskipanum, LIMS og journalskipanini 360.

Vit bjóða eitt áhugavert og fjølbroytt starv, har tú verður ein týðandi partur í at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit.

Starvið er fulla tíð við setan frá 1. februar 2020 (ella skjótast til ber) til 31. januar 2021. Lønin verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við avritum av prógvi, starvsroyndum og viðmælum skal sendast til hfs@hfs.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 3. januar 2020, kl. 12.00.

Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Debes H. Christiansen, deildarleiðara, tlf. 556486 ella teldupost debesc@hfs.fo.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum. Patologiska kanningarstovan er tilvísingarkanningarstova fyri fiska- og djórasjúkur. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Vit eru ein nútíðar kanningarstova við mest framkomnu útgerð til mýlislívfrøðiligar, immunologiskar og aðrar kanningar. Vit eru sjey starvsfólk.



Les meira