Vilt tú vera gravari í Tórshavnar kommunu?

Tórshavnar kommuna


Hevur tú samskipanarevni og yvirblikk? Ert tú nærløgd/lagdur og ert tú væl skipað/ur? So hava vit eitt týdningarmikið og serligt starv til tín. Tórshavnar kommuna søkir beint nú eftir gravara til kirkjugarðarnar í kommununi

Starvið
Høvuðsuppgávan hjá tær verður at tryggja borgarunum eina vælskipaða og munadygga tænastu í sambandi við jarðarferðir. Tað vil siga at skipa og fyrireika jarðarferðir og samskifta við tey avvarðandi.

Sum gravari hevur tú harumframt ábyrgdina og leiðsluna av øllum arbeiði, sum fer fram í kirkjugørðunum, til dømis alt tað praktiska viðvíkjandi jarðarferð, viðlíkahaldi, rudding og røkt. Tú hevur eisini ábyrgdina av, at rokningar, tímaseðlar og jarðarferðarbøkur verða avgreidd, og at talgilda gravarskipanin, tk.kort.fo/gravir, verður dagførd.

Aðrar seruppgávur verða álagdar í mun til førleika.

Gravarastarvið er eitt ábyrgdarfult starv við kenslubornum løtum og umstøðum. Umleið 160 fólk látast í kommununi um árið, og tað hevur stóran týdning, at starvsfólkini í kirkjugørðunum møta borgarunum á tignarligan og sømiligan hátt. Hugburður, innliving, nærleiki og atburður hevur nógv at siga.

Um teg
Tú mást fyrst og fremst hava góðan ans fyri tí serliga starvi, talan er um.

Tú ert útlærd/ur skrivstovufólk, handverkari, gartnari ella líknandi. Um tú hevur royndir og innlit í fyrisitingarligt arbeiði umframt handverksligar uppgávur, røkt og viðlíkahaldi av grønum økjum, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Tú dugir væl at samstarva og samskifta við fólk, ert vælskipað/ur og megnar sjálvstøðugt at samskipa virksemið í kirkjugarðinum.

Teldukunnleiki á brúkarastøði er ein treyt, og tú mást vera væl fyri í føroyskum í bæði talu og skrift.

Setanarviðurskifti
Gravarastarvið er mánaðarlønt fulltíðarstarv og er lønt sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum í lønarflokki 5.

Arbeiðstíðin er vanligar gerandisdagar, umframt at vaktartelefon er knýtt at starvinum. Tú kanst rokna við nakað av yvirtíðararbeiði.

Ynskiligt er, at tú kanst byrja sum skjótast.

Umsókn
Send okkum tína umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir til torshavn@torshavn.fo.

Umsóknarfreistin er 14. januar 2022 klokkan 12. Merk umsóknina »Gravari«.

Vilt tú vita meira um starvið
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til býararkitektin, Biritu Wardum, á biritaw@torshavn.fo ella telefon 28 11 09.

Tórshavnar kommuna sær fjølbroytni sum eina styrki. Ver vælkomin at søkja!



Les meira