Verkfrøðingur til Byggi- og Umhvørvisdeildina

Tórshavnar kommuna


Byggi- og Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu søkir eftir dugnaligum fólki til eitt spennandi og avbjóðandi starv á umhvørvisøkinum. 

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at gerast ein grønari kommuna, har alt virksemi tekur støði í umhvørvinum. Tí hevur kommunan ein umhvørvispolitikk, sum eitur GRØNA LEIÐIN, sum setir høg mál – bæði fyri kommununa sum heild og fyri kommununa sum virki.

Nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur liggja fyri framman, innan:

  • Varandi orku, útlát og ferðslu
  • Burturkast og endurnýtslu
  • Náttúru og dálking

Harumframt skipar deildin á hvørjum ári fyri ymiskum átøkum innan umhvørvi, m.a. Umhvørvisviku, Earth hour, Ruddingardagar og onnur tiltøk og átøk innan burðardygga samfelagsmenning.

Hevur tú hug at arbeiða á umhvørvisøkinum og gera tína ávirkan galdandi saman við dugnaligum starvsfólki í umsitingini, so er hetta rætta starvið.

ARBEIÐSUPPGÁVUR
Starvið umfatar m.a.

  • at íverkseta umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu
  • eftirlit, sambært galdandi lógum og kunngerðum innan umhvørvið
  • málsviðgerð, í sambandi við fráboðanir, klagur um dálking v.m.
  • skipa fyri tiltøkum / átøkum innan umhvørvi

FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarin skal vera verkfrøðingur innan t.d. umhvørvi, evnafrøði ella hava líknandi útbúgving. Tú skalt duga væl at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og hava góðan teldukunnleika.

Tað er týdningarmikið, at tú dugir væl at samstarva og samskifta, og at tú somuleiðis dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og er úrslitssøkin.

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir innan umsiting og á umhvørvisøkinum.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast til ber og er lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

UMSÓKN
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær Óluvu Vang, deildarleiðara á telefon 302010.

Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi hósdagin 3. januar 2019.

Viðmerk umsóknina „Umhvørvi“.

Byggi- og Umhvørvisdeildin er partur av teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu, sum heldur til á Niels Finsens gøtu 17 í miðbýnum í Havn.



Les meira